Føroyar taptu 1-4 móti Gotlandi í borðtennis

(OYL) Tað var bert Hallur Thorsteinsson sum megnaði at vinna ein dyst í fjórðingsfinaluni í liðkappingini í borðtennis

Borðtennislandslið tapti 1-4 móti sterka gotlendska liðnum í fjórðingsfinaluni í liðkappingini í borðtennis (Mynd: btsf.fo)

Borðtennislandslið tapti 1-4 móti sterka gotlendska liðnum í fjórðingsfinaluni í liðkappingini í borðtennis (Mynd: btsf.fo)

Føroyar eru úti av liðkappingini í borðtennis. 

Í fjórðingsfinaluni spældu Føroyar móti Gotlandi, ið hevur eina sterka siðvenju í borðtennis, og talan gjørdist eisini um ein torføran dyst, ið Føroyar taptu 1-4.

Tað var bert Hallur Thorsteinsson sum vann ein dyst. Í einmansleiki vann Hallur Thorsteinsson 3-0 á Magnus Jarfjord. Settmunurin var 11-5, 12-10 og 11-7.

Hallur Thorsteinsson tapti hin dystin hjá sær í einmansleiki móti Max Hedborn (9-11, 11-8, 4-11 og 5-11). 

Eyðun Ellendersen tapti í einamansleiki 0-3 (8-11, 9-11 og 7-11) móti Max Hedborn.

Í einmansleiki hjá kvinnum tapti Anna Mikkjalsdóttir 1-3 (3-11, 5-11, 11-8 og 6-11) móti Evelinu Carlsson.

Í tvímansleikinum hjá kvinnum taptu systrarnar, Anna og Rakul Mikjalsdøtur tepurt 2-3 móti Elin Schwartz og Evelinu Carlsson. Settmunurin var 6-11, 8-11, 11-7, 11-2 og 5-11.

 

 

 

Borðtennislandslið tapti 1-4 móti sterka gotlendska liðnum í fjórðingsfinaluni í liðkappingini í borðtennis (Mynd: btsf.fo)