Føroyar vunnu bronsu á 4 x 400 metrum

(OYL) Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen, Alda S. Lamhauge og Margith W. Frímundsdóttir vunnu bronsu á 4 x 400 metrum

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen, Alda S. Lamhauge og Margith W. Frímundsdóttir vunnu bronsu á stafettini 4 x 400 metrum á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Maria Biskopstø hevði stutt frammanundan runnið í 800 metrar finaluni. 

Tíðin hjá Mariu, Oddvør, Aldu og Margith var 4:02.60.

Oyggin Man vann gull við tíðini 3:54.01. Orknoyggjar gjørdust nummar tvey við tíðini 3:58.34.

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya