Føroyar vunnu fimm bronsuheiðursmerki í badminton

(OYL) Í mun til undanfarnu oyggjaleikir í Gotlandi er talan um stóra framgongd

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Føroyar hava vunnið fimm bronsuheiðursmerki í badminton.

Tað eina bronsuheiðursmerki kom í liðkappingini. 

Hini fýra bronsuheiðursmerkini vóru:

Einmansleikur: Bartal Poulsen, Gunnvá Jacobsen og Rannvá Djurhuus Carlsson.

Blandaður tvímansleikur: Niclas Eysturoy og Rannvá Djurhuus Carlsson. 

Formaðurin í Badmintonsamband Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen skrivar á facebooksíðuni hjá badmintonsambandinum, at talan er um stóra framgongd í mun til undanfarnu leikirnar í Gotlandi, tá Føroyar bara vunnu tvey bronsuheiðursmerki í badminton. 

Erik Engelbrecht Thomsen undirstrikar eisini, at tað er gott avrik, at føroysku spælararnir vunnu seg í átta fjórðingsfinalur á oyggjaleikunum í Gibraltar. 

Føroysku spælararnir fingu eisini góðan og nógvan stuðul frá føroysku áskoðarunum, og tað fegnast tey stórliga um.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya