Føroyar vunnu ímóti Litava

U-19 kvinnur: Sigursmálið varð skorað í síðstu løtu

Fegnu U-19 kvinnurnar eftir sigurin ímóti Litava ídag. Mynd: FSF

Fegnu U-19 kvinnurnar eftir sigurin ímóti Litava ídag. Mynd: FSF

Tað er fagnaður í føroysku leguni í Litava, har føroyska U-19 kvinnulandsliðið í fótbólti síðstu vikuna hevur tikið lut í EM undankapping.

Eftir stór tap í tveimum teimum fyrstu dystunum eydnaðist tað í dag føroyska liðnum at vinna ímóti Litava, sum er vertur fyri hesi kappingini.

Føroyar vunnu 1-0. Sigursmálið skoraði Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir í 90. minutti eftir sending frá Leu Lisberg.

Tølini siga, at Føroyar vóru leikliga omaná. Føroyar høvdu átta royndir ímóti málinum, meðan Litava hevði tvær. Føroyar høvdu átta hornaspørk, meðan Litava einki hornaspark hevði.

Føroyska liðið ídag: Eyðgerð Mikkelsen – Maria á Lakjuni, Julia Helena Dal Henriksen, Birita Ryan, Sanna Jacobsen, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Silja Augustinussen, Vár Miðberg (Jacoba Neshamar, 83.), Mona Rasmusdóttir, Lea Lisberg, Hanna Lamhauge Jacobsen (Rebekka J. Olsen, 16./Sunnvá Johansen, 83.)

Á beinkinum: Beinta Lindberg Hansen, Miriam Egilsdóttir, Tinna av Skarði

Venjari: Pætur S. Clementsen

Fegnu U-19 kvinnurnar eftir sigurin ímóti Litava ídag. Mynd: FSF