Føroyingaliðið vendi 23-27 til 27-27 seinastu løtuna

Áki Egilsnes, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell høvdu enn ein minniligan dyst við KA í kvøld

Í kvøld tryggjaði føroyingaliðið, KA sær ein minniligan javnleik

Í kvøld tryggjaði føroyingaliðið, KA sær ein minniligan javnleik

Føroyingaliðið, KA fekk í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld javnleik 27-27 móti Vali.

Hetta er javnleikur Áki Egilsnes, Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og hinir í KA veruliga kunnu fegnast um.

Tá bert tveir minuttir vóru eftir at leika var útiliðið, Valur á odda við fýra málum 27-23, men so framdi KA ein minniligan endaspurt har teir skoraðu fýra mál og fingu eitt sera gott stig.

Valur var á odda 13-10 í steðginum og var á odda allan dystin líka til KA javnaði til 27-27 í evstu løtu. 

Áki Egilsnes skoraði fimm mál og Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA í kvøld. Nicholas Satchwell hevði 13 bjargingar í málinum hjá KA.

Tað gekk av skriðuni hjá hinum, føroyingaliðnum í kvøld.

Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram hevði útidyst móti botnliðnum, Grótta sum vann 30-27 á Fram í kvøld. Í steðginum var Fram á odda 17-16.

Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Fram við seks málum. Málverjin hjá Gróttu, Stefán Huld­ar Stef­áns­son hevði 22 bjargingar, og tað gjørdi sítt til at fella Fram í kvøld. Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál fyri Fram í kvøld. 

KA hevur 10 stig meðan Fram hevur níggju stig. FH er fremst við 14 stigum. Afturelding og Haukar hava 13 stig hvør so tað er sera javnt í deildini. 

Sunnudagin spælir KA úti- og grannadyst móti Þór. Sama dag kemur Stjarnan á vitjan hjá Fram.

 

 

 

 

Í kvøld tryggjaði føroyingaliðið, KA sær ein minniligan javnleik