Føroyingar partur av øllum svimjifinalum uttan einari

(OYL) Vónir eru fyri, at Føroyar kunnu leggja aftrat teimum 15 heiðursmerkjunum, ið eru vunnin í svimjing higartil

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Tað hevur gingið framúr væl hjá Føroyum í svimjingini á oyggjaleikunum í Gibraltar við átta gullheiðursmerkjum, tveimum silvurheiðursmerkjum og fimm bronsuheiðursmerkjum higartil.

Í kvøld eru vónir um, at leggjast kann aftrat talið av heiðursmerkjum.

Føroyar eru partur av ikki færri enn 10 av 11 møguligum finalum í svimjing.

Finalurnar Føroyar eru partur av eru hesum svimjifinalunum í kvøld: 

4 x 100 metrar frí kvinnur

4 x 100 metrar blandað menn

100 metrar blandað menn Alvi Hjelm og Róland Toftum

400 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Eyðrið Mortensen

200 metrar rygg menn Alvi Hjelm og Óli Mortensen

100 metrar frí menn Rókur Trygvason

50 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Barbara Debes

50 metrar firvald menn Róland Toftum

200 metrar rygg kvinnur Signhild Joensen og Eyðrið Mortensen

800 metrar frí menn Óli Mortensen og Johan Nónskarð Dam

 

 

 

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen