Føroyska landsliðið í bridge skal leika hálvfinalu í altjóða bridgekapping

Føroyar skulu spæla móti einum liði úr Pólandi

Mynd: bridge.fo

Mynd: bridge.fo

Føroyska landsliðið í bridge skal leika hálvfinalu í stórari altjóða bridgekapping,
sum verður spæld á netinum.

 

Kappingin nevnist Intercity League
(
intercity.cloudapp.net/Results.aspx).


Fleiri enn 100 lið hava luttikið, og nú eru bara fýra eftir. Føroyar skulu spæla móti einum liði úr Pólandi.

 

Hálvfinalurnar verða leiktar á BBO (www.bridgebase.com) mikukvøldið 8.
januar kl.20.00. Liðini í hinari semifinaluni eru annað úr Danmark og hitt úr
Rumenia. Leikararnir á føroyska liðnum í hesari kappingini eru Arne Mikkelsen,
Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam, skrivar bridgesambandið í tíðindaskrivi
  

Mynd: bridge.fo