Føroyskir U17-dreingir vunnu aftur á risastórum palli

Í risastórari høll áðrenn týska stórsteypadystin, vann U19-liðið hjá Skanderborg við teimum báðum European Open vinnarunum, Paula Jacobsen og Hákuni West av Teigum á liðnum

(Mynd: SHEA) Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen fegnast um enn eitt steyp á stórum altjóða palli

(Mynd: SHEA) Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen fegnast um enn eitt steyp á stórum altjóða palli

 

Altjóða hondbóltsfjepparar fegnaðust í gjár um, at fyrsti stórdysturin í týskum manshondbólti bar boð um, at hondbóltskappingarnar byrja.

Í stóru høllini, ISS Dome í Düsseldorf, brustu týsku meistararnir úr Flensburg-Handewitt saman við arvafíggindunum úr THW Kiel. Høllin tekur upp í 13.000 áskoðarar, og áðrenn dystin vóru føroyingar at síggja á vøllinum.

U19-liðið hjá danska Skanderborg var boðið til Týsklands at spæla kapping, og teir báðir føroyingarnir, Pauli Jacobsen og Hákun West av Teigum vóru sjálvandi við, og skuldu spæla finaluna í kappingini áðrenn heimsstjørnurnar úr Kiel og Flensburg fóru á vøllin.

Seinasta kappingarár vunnu teir, saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Danmarksmeistaraheitið fyri dreingir 16, donsku steypakappingina fyri dreingir 18 og so sjálvandi European Open við føroyska U17-landsliðnum.

Pauli Jacobsen og Hákun West av Teigum eru enn í Skanderborg og í gjár áttu teir aftur stóran leiklut, tá ið Skanderborg vann finaluna ímóti Füchse Berlin, ið eisini er eitt av heilt stóru týsku feløgunum.

Facebooksíðan hjá SHEA Skanderborg skrivar, at føroyingarnir og liðfelagarnir øktu um munin longu í fyrstu minuttinum, og tað var ongantíð ivi um, at Skanderborg fór at vinna. Úrslitið gjørdist 30-23 til Skanderborg.

Flensburg-Handewitt vann stórsteypadystin ímóti THW Kiel eftir brotskastskapping.

 

 

(Mynd: SHEA) Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen fegnast um enn eitt steyp á stórum altjóða palli