Føroysku dreingirnir vundu burtur úr norðmonnum

U17 lansdsliðið hjá dreingjum í hondbólti framdu eitt hitt størsta úrslitið í føroyskari hondbóltssøgu við 32-22 sigri á Norra

Glaðir føroyskir dreingir eftir at hava sligið navnið fast í altjóða hondbólti

Glaðir føroyskir dreingir eftir at hava sligið navnið fast í altjóða hondbólti

Fyri løtu síðani var fyrsti dysturin hjá føroyska U17-landsliðnum av, og alt gekk upp á stás.

Norra eru millum allarstørstu hondbóltstjóðir, A-landsliðið hjá teimum vann silvur við HM í januar, og føroysk ungdómslið hava fyrr tapt stórt fyri Norra.

 

Men í dag vóru tað føroyingar, ið smurdu norðmenn av. Eftir lítlari løtu høvdu Føroyar lagt seg fram um 5-0, og hóast norðmenn minkaðu nakað um munin í fyrstu atløgu, so settu føroysku landsliðsleikararnir alt upp á pláss og øktu upp í endaligu støðuna, 32-22.

 

Sannur uppvísningshondbóltur av Føroyum, og norðmenn og onnur í høllini trúðu ikki sínum egnum eygum, tá ið føroyska góðskan vísti seg frá síni bestu síðu. Málini skolaðu inn av øllum plássum, og bæði málverji og verjan frammanfyri tóktist at hava fult tamarhald á nærum øllum norskum royndum.

 

Um tað bert var Norra, ið var serstakliga illa fyri henda dagin, fæst svar upp á í dag klokkan 17.15 tá enn ein stórtjóð - Spania - stendur fyri skotum.

 

Les grein um U17-landsliðið í ÍtrottarSosialinum sum er á veg í sølubúðirnar.

Glaðir føroyskir dreingir eftir at hava sligið navnið fast í altjóða hondbólti