Føroysku landsliðini eru í kreppu og tapa stórt (FM1)

(FM1) Heðin Askham og Oddbjørn Joensen viðgjørdu landsliðskreppuna hjá føroysku landsliðunum í fótbóltspanelinum á FM1 í dag

Heðin Askham og Oddbjørn Joensen vóru gestir í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

Heðin Askham og Oddbjørn Joensen vóru gestir í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

##med2##

A-landsliðið hjá monnum hevur tapt tveir dystir 0-4 fyri stuttum, kvinnulandsliðið hevur tapt tveir dystir 0-6 fyri stuttum, U21 landsliðið hevur tapt 0-3 og hevur sett neiligt met við at tapa 1-7 móti Norðurmakedonia. Yngru landsliðini tapa eisini nógv í sínum dystum.

Heðin Askham og Oddbjørn Joensen vóru gestir í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin, har Tróndur Arge var vertur.

Heðin og Oddbjørn staðfesta, at tað ruggar ikki rætt við gongdini hjá landsliðunum, ið bara hava skotið fýra mál í ár, og yvir 80 mál eru farin inn. Núverandi leistur má takast til viðgerðar, og helst er neyðugt at bakka eitt fet í menningini fyri at binda um. Ambisjónssetningurin er at hava bóltin nógv, men úrslitaliga riggar leisturin ikki eftir ætlan. 

Heðin Askham heldur, at átta ár við róðrið sum føroyskur landsliðsvenjari eigur at røkka. Oddbjørn Joensen er nakað meira varin um tann spurningin. 

Umframt at práta um landsliðini mettu Heðin og Oddbjørn eisini um 22. umfari í Betrideildini hjá monnum.

FM1 sigur frá tveimum dystum sunnudagin: HB-Skála sum byrjar klokkan 15, og NSÍ-B36 sum byrjar klokkan 19.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra fótbóltspanelið við Heðini Askham og Oddbirni Joensen. 

Heðin Askham og Oddbjørn Joensen vóru gestir í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

(Fótbóltspanelið: Heðin Askham og Oddbjørn Joensen)