Føroysku leikararnir stríðast sum svakir fyri fyrsta sigrinum

Føroyar eru aftanfyri við einum máli í hálvleikinum, men halda steðg við góðari kenslu

Savnsmynd. Rói Berg Hansen tvingaði Slovakia til time-out tá ið hann skoraði til 10-10 fyri løtu síðani

Savnsmynd. Rói Berg Hansen tvingaði Slovakia til time-out tá ið hann skoraði til 10-10 fyri løtu síðani

Føroyar byrjaðu einki serligt í royndini at vinna fyrsta undankappingarsigurin í søguni.

Føroyar framdu mistøk og Slovakia var á odda 7-2 tá ið Føroyar tóku time-out eftir einum tíggju minuttum.

Hetta bøtti fult um og Føroyar javnaðu til 9-9 í 20. minutti.

Fjáltur var á slovakum og tá ið Rói Berg Hansen skoraði til 10-10 tvingaði hann Slovakia at taka time-out í 22. minutti.

Men hetta skakaði ikki føroysku stríðsmenninar. Føroyar komu á odda fyri fyrstu ferð,  tá ið Pætur Thomsen í sínum fyrsta landsdysti avgreiddi eitt skjótálop til 12-11 í 25. minutti.

Føroyar høvdu møguleikan at leggja seg á odda við støðuni 13-13, men støðan gjørdist kortini 14-13 til Slovakia, sum eisini hevði møguleikan at økja áðrenn hálvleik.

Føroyska verjan fekk steðga spælinum og fekk eisini fatur á seinasta fríkastinum áðrenn hálvleik.

14-13 til Slovakia og føroyska sensasjónin livir!

Fylg stríðnum beinleiðis á FM1, ið kann hoyrast á www.midlar.fo

 

 

Savnsmynd. Rói Berg Hansen tvingaði Slovakia til time-out tá ið hann skoraði til 10-10 fyri løtu síðani