Føroysku úrslitini í norðurlandakappingini í Bridge

Føroyar endaðu sum nummar fimm av teimum seks norðurlondunum

 

 

 

 

Føroyska bridgelandsliðið, ið kappaðist til NM í Noregi

Føroyska bridgelandsliðið, ið kappaðist til NM í Noregi

NM í bridge var í norska býnum Kristiansand 7.-9. juni. Leikararnir á føroyska liðnum vóru: Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Árni M. Dam Dánjal Pauli Mohr, Dia Jacobsen og Jákup Hjaltalin. Úrslitini hjá føroyska liðnum vóru hesi:

Føroyar - Finnland 13,52 - 6,48

Føroyar - Danmark 3,27 - 16,73

Føroyar - Svøríki 11,20 - 8,80

Føroyar - Noreg 8,80 - 11,20

Føroyar - Ísland 2,69 - 17,31

Føroyar - Svøríki 6,72 - 13,28

Føroyar - Noreg 5,00 - 15,00

Føroyar - Danmark 15,56 - 4,44

Føroyar - Ísland 8,80 - 11,20

Føroyar - Finnland 7,71 - 12,29

 

Støðan eftir 10 umfør:

1. Ísland 119,21

2. Noreg 110,75

3. Danmark 104,98

4. Svøríki 100,69

5. Føroyar 83,27

6. Finnland 79,10

- Fólk, sum hava fylgt við gongdini í føroyskum bridge, eru samd um, at vit í dag kunnu manna eitt lið, sum ikki smæðist burtur millum tey bestu. Frægasta úrslitið kom í 2015, tá ið føroyingar vunnu silvurmerki í NM kappingini. Í Kristiansand rakk tað til tríggjar sigrar í teimum tilsamans 10 dystunum og eitt 5. pláss samanlagt. Viðmerkjast skal, at føroyska liðið alla tíðina var væl við í kappingini, sum allan vegin var óvanliga jøvn. Tey fyrstu umførini lógu vit eitt skifti millum tey fremstu liðini, skrivar Bridgesamband Føroya í tíðindaskrivi.

 

 

 

 

 

 

Føroyska bridgelandsliðið, ið kappaðist til NM í Noregi