Føroyskur fótbóltur ikki rakt markið enn

- Men liggur alt stil í mars og apríl, so verður ringt at gjøgnumføra kappingina undir vanligum umstøðum, sigur FSF-forsetin

Tað eru nú hálv onnur vika síðani, at føroyska landskappingin skuldi byrja. Hon er fyribils útsett til 29. mars, men lítið bendir at tað verður spælandi tá. Forsetin í FSF heldur ikki, at støðan er álvarsom enn, tí tað er nógv tíð til at avgreiða kappingarnar í Føroyum.

Brot úr grein í Sosialinum 18. mars 2020

- Vit kunnu eisini hyggja eftir øðrum leistum, og kanska eisini leingja kappingina longur út móti vetrinum, men tá er veðrið ikki altíð so gott. Vit kunnu eisini spæla mitt í viku og vit hava ein summarsteðg, har vit mugu umhugsa hvussu hann skal verða. Alt er óvist í løtuni, men eg vænti at vit fáa gjøgnumført kappingina, sigur Christian F. Andreasen, men tað er eitt mark fyri hvussu leingi vit kunnu bíða.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

- Um alt liggur stil í mars og apríl mánað, so verður ringt at gjøgnumføra kappingina undir vanligum umstøðum. Eg skal ikki útihýsa at 18 umfør er ein loysn, um tað vil illa, men tað er ikki nakað vit hava á borðinum beint nú. Nú taka vit tað róligt og vóna, at hetta ikki stendur við for leingi og panikkurin kanska leggur seg, sigur Christian F. Andreasen.

A-landsdystirnir móti Danmark og Andorra, sum skuldu verða síðst í hesum mánaðinum eru avlýstir, meðan U21-landsdysturin í EM-undankappingini móti Spania er útsettur.

Ein stór - men løtt avgerð

Tað sigur Christian F. Andreasen um at útseta føroysku landskappingina í fyribils tríggjar vikur. Tað er nógv, sum skal tillagast, tá fótbólturin verður settur á ein steðg, men tá talan er um ein heilsuvanda, so er avgerðin løtt.

##med2##

- Vit hava øll bíðað spent eftir kappingini. Feløgini, spælararnir og venjararnir eru klár og øll eru spent, men so hendir hetta her. Vit halda at tey tiltøk, sum eru sett í verk eru neyðug fyri at verja fyri smittu. Vit mugu eisini fylgja teimum tilmælum vit fáa frá mynduleikunum og vísa samfelagsatlit. Tá Heilsumálaráðið kemur við síni útmelding, so er tað ein løtt avgerð at taka, men tað er ein stór avgerð at útseta allan ítrótt. Vit velja sjálvandi at fylgja tí tryggasta tilmælinum, segði Christian F. Andreasen fríggjadagin í sendingini Fótbóltspanelið á FM1.

Tá bleiv hann eisni spurdur um avbjóðingarnar við fíggjarligu støðuni hjá føroysku fótbóltsfeløgunum.

- Hetta er ein keðilig støða fyri allar partar, men hetta er ein støða, sum ongin av okkum kundi forútsíggja. Nú mugu vit bara royna at koma í gjøgnum hetta so gott, sum vit kunnu. Allur fótbólturin í Evropa liggur stillur í løtuni, so hetta er ikki ein støða, sum bara vit Føroyum eru í, sigur Christian F. Andreasen at enda.