Føroyskur fótbóltur mist eitt pláss í Evropa

Tað verða bara trý føroysk feløg í Evropa í 2021

Í gjár fóru bæði HB og KÍ út úr Europa League í 2. umfari í undankappingini til bólkaspælið. HB tapti 1-0 í Norðurírlandi móti Linfield, meðan KÍ tapti 1-0 á Toftum móti sveisiska FC Luzern. Samlaðu úrslitini seinastu fimm árini gera, at føroyskur fótbóltur í 2021 bara fær trý pláss í Evropa.

Higartil hava Føroyar havt fýra pláss. Orsøkin er, at føroyskur fótbóltur nú eru nummar 53 av teimum 55 londunum í Evropa. Fyri at halda fast í fjórða plássinum hevði verið neyðugt, at vunnið seg millum 50 tey bestu.

##med2##

Hvør dysturin hevur týdning fyri samanteljingina og hvørt sig telur. Tí er tað óheppið fyri føroyskan fótólt, at fleiri av føroysku liðunum í ár hava tapt tepurt í fleiri av royndunum. Í løtuni eru tað bara landskappingarnar í San Marino og Andorra, ið er styrkismettar lægri enn tann føroyska.

Góðu tíðindini eru, at ein fyribils samanteljing hjá Bert Kassies sigur, at føroyskur fótbóltur hevur góðar møguleikar at vinna plássið aftur til 2022. Hetta er millum annað orsaka av, at føroyskur fótbóltur seinastu árini hevur fingið væl burturúr, men tað er eisini treytað av, at Føroyar fáa eitt gott ár í Evropa komandi ár. Tað merkir fleiri stig enn fleiri av nærmastu kappingarneytunum. Hesi eru er Estland, Montenegro, Norðurírland, Wales, Gibraltar og Kosovo.