Føroyskur landsliðsmálverji til Íslands at spæla

Annika F. Petersen skal spæla við íslandska Haukar

Mynd: (H71)

Mynd: (H71)

Íslendska hondbóltsfelagið, Haukar, hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsmálverjan, Anniku F. Petersen. 21 ára gamli málverjin er málverji hjá H71, sum í hesum kappingarárinum vann steypafinaluna.

- Annika, sum er ein spennandi málverji, sum kemur at passa væl inn í Haukar, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Tað verður eisini víst á, at hóast Annika F. Petersen bara er 21 ára gomul, so hevur hon roynt nógv í hondbólti. Hon hevur spælt landsdystir, har hon millum annað vísti góðar eginleikar í dystinum móti Rumenia.

Mynd: (H71)