Føroyskur rómur í Luksemborg (video)

Føroyskur tónleikur rungar úr hátalarunum og í høllini sita føroyskir fjepparar ið hava koyrt higar úr Rotterdam

Her valdar veruliga føroyskur rómur í d'Coque-høllini í Luksemborg áðrenn dystarbyrjan klokkan 16.30.
Stutt áðrenn dystarbyrjan sást ein hópur koma inn í høllini, við merkinum um herðarnar.
Hetta var manningin á Mykinesi, sum liggur í Rotterdam. Hesir menn høvdu leigað sær bilar og koyrt teir fýra tímarnar til Luksemborg.
- Nú fara vit inn at rópa, letur í einum.
- Ja, vit skulu vinna í dag, tekur ein annar undir, áðrenn teir fara á áskoðaraplássini.
Har hoyrdu teir føroyskan tónleik. Føroysku áskoðararnir hava seinastu dagarnir tingast við hallarvarparan um at fáa føroyskan tónleik spældan, og í dag var hetta gingið á møti.
Leikararnir hitaðu tí upp til tónarnar av Týr og Janusi Wiberg Mortensen. Sí video niðanfyri.
##med2##
##med3##