Fólk skulu hava munnbind til landsdyst

Um smáar tvær vikur skal føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla undankappingardyst á heimavølli á fyrsta sinni í fleiri ár. Men karmarnir verða ikki, sum man kundi ynskt sær

Tað er sunnudagin 14. mars, at føroyska mansliðið tekur ímóti Ukraina í høllini á Hálsi. Í vikuni undan tí dystinum hava Føroyar spælt tveir dystir dystir á útivølli móti ávíkavíst Ukraina og Kekka.

- Vit sleppa tíverri ikki at hava so nógvar áskoðarar til dystin, sum vit kundu ynskt okkum. Vit fara at gera líka sum til steypafinalurnar, har vit býttu høllina upp í trý økir, har tað kundu vera 100 áskoðarar í hvørjum øki, greiðir Hallur Danielsen hjá HSF frá.

Hann sigur tó, at tey í HSF eru spent uppá, at eitt nýtt tilmæli fer at koma.

- Tað er eingin ivi um, at vit vóna, at talið kann hækka til 200 áskoðarar í hvørt øki, tí tað ber væl til at gera tað í høllini á Hálsi og framvegis halda øll tilmæli um frástøðu og annað, sigur Hallur Danielsen.

Umframt at tey skulu halda seg til tilmælini í Føroyum, so skal HSF eisini fyrihalda seg til tær ásetingar, sum altjóða hondbóltssambandið IHF ásetur, og har er eitt krav, at allir áskoðarar skulu hava munnbind á, tá ið tey eru til dyst.

- So tað kemur at síggja eitt sindur løgið út hjá okkum, sigur Hallur Danielsen.

 

Eingin søla av atgongumerkjum

Tað er tó vert at hava í huga, at um tað ikki var fyri korona, so spældi landsliðið ikki dystir í Føroyum, tí eingin høll í landinum lýkur altjóða krøv, men orsaka av korona hevur HSF fingið undantaksloyvi til at spæla dystir í Føroyum.

- Tí er tað eisini serliga harmiligt, at vit ikki kunnu fylla høllina, nú vit sleppa at spæla í Føroyum. Vit høvdu uttan trupulleikar fylt høllina við 1.700 áskoðarum, um tað var frí søla, so stórur sum áhugin fyri landsliðnum er, sigur Hallur Danielsen.

Hann sigur, at orsaka av lága áskoðaratalinum verður eingin almenn søla av atgongumerkjum til dystin.

- Um tað bara vera 100 áskoðarar í hvørjum øki, fara vit ikki at hava nakra sølu. Ístaðin fáa feløgini møguleika at keypa nøkur atgongumerki í part. Verður talið hægri, verður  møguliga ein ávís søla, sigur Hallur Danielsen.