Forkvinnan í West Ham vil hava at kappingin verður strikað

Ójavnar afturmeldingar í Onglandi. Blaðið The Telegraph heldur seg vita, at Liverpool verða kosnir meistarar, onnur vilja strika kappingina

Forkvinnan í West Ham United, Karren Brady vil hava kappingina í Premier League strikaða. Nakað sum vildi verið ein dyggur smeitur hjá Jürgen Klopp og miljónatals Liverpool-fjepparum

Forkvinnan í West Ham United, Karren Brady vil hava kappingina í Premier League strikaða. Nakað sum vildi verið ein dyggur smeitur hjá Jürgen Klopp og miljónatals Liverpool-fjepparum

Nú allur ítróttarheimurin liggur í andaleypi koma ymiskar útmeldingar um niðurløgdu kappingina í Premier League.

Enska blaðið The Telegraph metir, at tey flestu í ensku fótbóltsliguni eru til reiðar at góðtaka, at Liverpool verða kosnir meistarar hóast kappingin ikki verður tikin upp aftur.

Enska blaðið staðfestir, at andstøðan ímóti, at Liverpool verður staðfestur enskur meistari er sera lítil í ensku fótbóltsliguni.

Tó eru nøkur sum hava eina aðra hugsan. Ein av hesum er forkvinnan í Premier League felagnum West Ham United, Karren Brady.

Karren Brady heldur, at øll kappingin í ensku fótbóltsliguni eigur at strikast. Nakað sum hevði verið ein stórur smeitur hjá Liverpool og teirra mongu fjepparum kring knøttin.

Karren Brady skrivar eina klummu í enska blaðnum "The Sun", ið annars hevur verið eitt nógv hatað blað í Liverpool í mong ár.

Í seinastu klummuni í "The Sun" skrivar Karren Brady, at øll kappingin í Premier League og í ensku liguni í síni heild eigur at strikast. Karren Brady heldur, at hetta er tann einasta "ábyrgdarfulla loysnin", sum hon nevnir tað. 

Ein strikað kapping hevði merkt: Eingin meistari, eingin niðurflytari og eingin uppflytari í ensku liguni. 

 

 

 

Forkvinnan í West Ham United, Karren Brady vil hava kappingina í Premier League strikaða. Nakað sum vildi verið ein dyggur smeitur hjá Jürgen Klopp og miljónatals Liverpool-fjepparum