Formaðurin: Bill og vit eiga hesa avgerðina

Ingi Hansen undirstrikar, at venjarin er ikki uppsagdur, og at Bill Jacobsen hevur verið við í tilgongdini, sum í kvøld endaði við, at Skála skal hava nýggjan venjara

Ingi Hansen hevur síðani í februar verið formaður í Skála Ítróttarfelag

Ingi Hansen hevur síðani í februar verið formaður í Skála Ítróttarfelag

Tað verður nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum hjá Skála sunnudagin, tá ið KÍ verður gestur undir Mýruhjalla. Tað var greitt, tá ið skálamenn møttu til venjing í kvøld.

Bill Jacobsen var í kvøld á Skála og tosaði saman við formanninum Inga Hansen við spælararnar.

-Vit hava einki at finnast at arbeiðnum hjá Bill Jacobsen, og hansara partur í gongdini fram til avgerðina, sum í kvøld varð fráboðað spælarunum, tænir honum til heiður, sigur Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag.

Enn er tað ikki greitt, hvør nýggi venjarin verður.

-Tað fáa vit upp á pláss í morgin. Heitt er á spælararnar at møta til venjing, og tá fáa teir at vita, hvør nýggi venjarin verður.

Tað hevur verið nógv tosað um, at Fróði Benjaminsen skal á vøllin aftur og vera spælandi venjari, men soleiðis verður tað ikki.

-Eg fái ikki sagt í kvøld, hvør nýggi venjarin verður, men eg kann siga, at tað verður ikki Fróði Benjaminsen, sigur Ingi Hansen, og hann leggur aftrat:

-Eg vil fegin undirstrika, at Bill Jacobsen er ikki uppsagdur. Vit í nevndini og Bill hava havt gott samskifti, og tað var eins nógv Bill sjálvur, sum tað vóru vit í nevndini, ið kom til ta niðurstøðu, at fyri liðið og spælararnar var tað ivaleyst best, at nýggjur venjari tekur við. Vit ásannaðu í felag, at tað er neyðugt at royna okkurt annað, nú vit eftir 14 dystir hava eitt stig.

Rokna tit við møguleikanum at sleppa undan niðurflyting?

-Enn er møguleiki fyri tí, og tíðin fer at vísa, hvussu tað fer at enda. Liðið er styrknað seinastu vikurnar. Petur Pauli Mikkelsen er komin aftur av flatlondum og í miðverjuna, har Teitur R. Joensen eisini er aftur, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið skaddur, og longri frammi á vøllinum sær tað eisini betri út, nú eitt nú Harald R. Højgaard er aftur í felagnum.

So er ikki neyðugt at skifta venjara?

-Tað var niðurstøðan hjá Bill og okkum, at fyri liðið er tað best, at vit royna við nýggjum venjara. Tað er eisini ein spurningur, hvussu leingi spælararnir hava álit á sær sjálvum, og hvussu viðtiknir teir eru, tá ið úrtøkan er, sum hon er.

Pætur Dam Jacobsen hevur verið spælandi hjálparvenjari, og síðstu vikurnar hevur fyrrverandi miðvallarin Pauli G. Hansen eisini verið á beinkinum.

At støðan er, sum hon er, hevur tað bara við venjaran at gera, ella hevur tað eisini nakað við felagið og harvið nevndina at gera?

-Fyritreytirnar hjá Bill Jacobsen og liðnum hava ikki verið tær bestu. Nevndin legði frá sær eftir ársskiftið. Einki ilt at siga um fyrrverandi nevndina, sum ikki var fullmannað, og sum hevði roynt sítt besta. Bygnaðurin í felagnum og kring liðið hevur ikki verið nóg góður. Tað hevur Bill kent hesar mánaðirnar, hann hevur verið her á Skála. Saman við honum hava vit arbeitt við at bøta um hetta, og tað er betri nú, enn tað var, sigur Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag.

Nýggj nevnd var vald í Skála Ítróttarfelag í februar. Umframt formannin, Inga Hansen, eru í nevndini Per Mikkelsen, næstformaður, Malena Jacobsen, kassameistari, Annika Klein, skrivari, og nevndarlimirnir Bogi Kallsberg og Teitur Reinert Joensen.

Ingi Hansen hevur síðani í februar verið formaður í Skála Ítróttarfelag