Formennirnir hjá Víkingi og ÍF fegnast um betraðar umstøður (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Brand Jacobsen og Georges Rouah í Víkinga-húsinum seinnapartin í dag

Formennirnir hjá Víkingi og ÍF, Brandur Jacobsen og Georges Rouah vóru gestir í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Formennirnir hjá Víkingi og ÍF, Brandur Jacobsen og Georges Rouah vóru gestir í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

 

Petur Asbjørn Lervig reikaði fyri fyrra senditímanum í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag. 

Millum gestirnar Petur Asbjørn Lervig hevði í Víkinga-húsinum í Sarpugerði í Norðragøtu vóru formennirnir hjá grannafeløgunum, Víkingi og ÍF, Brandur Jacobsen fyri Víking og Georges Rouah fyri ÍF.

Bæði Brandur Jacobsen og Georges Rouah kunnu gleðast um stórliga betraðar umstøður fyri Víking og ÍF við betraðum hølum kring leikvallirnar hjá feløgunum. 

Brandur Jacobsen og Georges Rouah umrøddu eisini ítróttarligu vónirnar teir hava til verandi kappingarár. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við Brand Jacobsen og Georges Rouah. 

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hetta vikuskiftið.

Dystirnir eru:

Fríggjakvøld klokkan 19: Víkingur-NSÍ

Leygardagin klokkan 14: B36-Skála

Leygardagin klokkan 16: ÍF-KÍ

Leygardagin klokkan 18: EB/Streymur-TB

Sunnudagin klokkan 15: AB-HB

Klokkan 15.10 í dag verður stórt fótbóltspanel sent úr Sarpugerði í Norðragøtu.

Øll kunnu hoyra beinleiðis frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

HER  ber til at hoyra Fótbóltspanelið á FM1, ið Tróndur Arge reikaði fyri. Gestir vóru Víkinga-legendan, Hanus Jacobsen og Jákup Ósá frá Norðlýsinum og bolt.fo. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar gjørdi við Jacobu Langgaard hjá ÍVB, og Hannu Olsen, ungdómsvenjara hjá Víkingi. 

 

 

Formennirnir hjá Víkingi og ÍF, Brandur Jacobsen og Georges Rouah vóru gestir í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)