Fótbóltsblusur ganga sum heitt breyð

Stóri áhugin fyri føroyskum fótbólti uttanlands sæst nú eisini aftur í søluni av føroyskum fótbóltsblusum

 

Tað er blusin hjá Adrian Justinussen, ið er best umtókt millum útlendingar, ið keypa fótbóltsblusur frá Sport 24

Tað er blusin hjá Adrian Justinussen, ið er best umtókt millum útlendingar, ið keypa fótbóltsblusur frá Sport 24

Nú føroyskur fótbóltur verður vístur í sjónvarpi uttanlands, er áhugin fyri føroyskum fótbólti eisini vaksin uttan fyri landoddarnar. Hetta merkja tey eisini, ið selja føroyskar fótbóltsblusur. Sport 24 í SMS er veitari av blusunum hjá NSÍ, EB/Streymi og HB, og har hava tey merkt ein munandi vøkstur í søluni av blusum.

- Tað er nógv vaksið. Hetta kom eitt sindur óvart á okkum, og vit noyddust tí at útvega okkum eyka goymslu av blusum, tí eftirspurningurin bleiv so stórur, sigur Petur Sólbjørnsson Thomsen hjá Sport 24.

Hann greiðir frá, at tað verða seldar rættiliga nógvar blusur av landinum, men eisini innanlands verða fleiri blusur seldar.

- Vit hava selt serliga nógvar fótbóltsblusur til Noregs, men so hava vit eisini selt til eitt nú Danmark, Svøríki, Spania, Belgia og USA, sigur Petur Sólbjørnsson Thomsen.

Adrian selur nógv best

Sølan hevur verið støðug seinastu vikurnar, og áðrenn Betrideildin fór í gongd, vóru flestu blusurnar seldar uttan nakað navn á rygginum.

- Men síðani kappingin fór í gongd fyri góðari viku síðani, eru tað alsamt fleiri, ið vilja hava navn á blusuna, og tað er eingin ivi um, at tann spælarin, ið selur nógv best, er Adrian Justinussen, greiðir Petur Sólbjørnsson Thomsen frá.

Fleiri av útlendingunum, ið keypa blusur frá Sport 24, keypa eina blusu frá hvørjum felag, ið Sport 24 er veitari hjá.

- So tað eru nógvir pakkar farnir av landinum við trimum blusum í, sigur hann.

Sport 24 selur sínar blusur á heimasíðuni skalkur.fo, og har hava fólk eisini møguleika at stuðla feløgunum við at keypa atgongumerki til dystirnar hjá liðnum.

- Tað síggja vit so eisini, at nógvir av útlendingunum, sum keypa blusur, eisini gera. Og tað eru pengar, ið fara óskerdir til feløgini, sigur Petur Sólbjørnsson Thomsen.

Tað er blusin hjá Adrian Justinussen, ið er best umtókt millum útlendingar, ið keypa fótbóltsblusur frá Sport 24