Fótbóltsdystur endaði 21-18 í protest móti fótbóltssambandinum

Tvey lið úr Macau tvætlaðu býtt á vøllinum og skoraðu 39 mál í protest móti fótbóltssambandinum á Macau

Ein dystur í steypakappingini á Macau endaði 21-18. Talan var um eina protest móti fótbóltssambandinum á Macau

Ein dystur í steypakappingini á Macau endaði 21-18. Talan var um eina protest móti fótbóltssambandinum á Macau

6. juni vann Macau 1-0 á Sri Lanka í einum HM-undankappingardysti. Returdystur skuldi verða í Sri Lanka, men fótbóltssambandið á Macau noktaði at møta í srilankiska høvuðsstaðnum, Colombo til returdyst tí tey vóru bangin fyri, at myndugleikarnir á Sri Lanka ikki kundu garantera fyri trygdini hjá macauanska landsliðnum aftaná yvirgangsatsóknirnar sum vóru á Sri Lanka fyri stuttum.

Tá tað ikki eydnaðist at fáa returdystin móti Sri Lanka spældan á einum uttanveltaðum vølli valdi fótbóltssambandið á Macau at taka landsliðið úr HM-undankappingini, og hetta hevur vakt stóra vreiðu millum fótbóltsspælarar á Macau.

Farna vikuskiftið kom mest sjónliga protestin móti avgerðini hjá macauanska fótbóltssambandinum, tá liðini Ka I og Hang Sai møttust í steypakappingini á Macau. 

Fyri at mótmæla avgerðini hjá fótbóltssambandinum at taka landsliðið hjá Macau úr HM-undankappingini byrjaðu spælararnir hjá bæði Ka I og Hang Sai at tvætla býtt á vøllinum, og nærmast skjóta mál uppá spott, har málverjar skutu mál og verjurnar vóru púra passivar.

Margháttligi dysturin endaði 21-18 til Ka I. Í fyrra hálvleiki var eitt lítið sindur meira álvari í, tí tá vóru "bara" skotin 11 av teimum 39 málunum, ið komu í dystinum. Ka I var á odda 6-5 í steðginum.

Máltalvan hjá Ka I gekk fyri tí hon toldi ikki trýstið, og við støðuna 21-17 til Ka I frysti máltalvan.

Leiðslan í Ka I hevur verið úti og biðið um almenna umbering fyri láturliga dystin í steypakappingini. Í leiðsluni hjá Ka I staðfesta tey, at tey høvdu ikki ánilsi fyri, at spælararnir hjá teimum høvdu lagt hesi ráð til dystin í steypakappingini móti Hang Sai.

Her ber til at síggja nøkur brot frá margháttliga dystinum á Macau, ið var portugisiskt hjáland í sínari tíð, men sum í dag er eitt sjálvstýrandi økið í kinesiska ríkinum:

##med2##

Ein dystur í steypakappingini á Macau endaði 21-18. Talan var um eina protest móti fótbóltssambandinum á Macau

[抗議棄賽]加義 21:18 恆勢 Ka I 21:18 Hang Sai (2019/6/16 澳門足總盃 Macau FA Cup)