Fótbóltsgalla er útsett til hósdagin 7. november

Praktisk viðurskifti gera at tiltakið er útsett eina viku. Eitt nú eru steypini ikki komin fram

Mynd: (Álvur Haraldsen) Adrian Justinussen (HB) og Margunn Lindholm (EB/Streymur/Skála) blivu kosin til ársins spælara í 2018

Mynd: (Álvur Haraldsen) Adrian Justinussen (HB) og Margunn Lindholm (EB/Streymur/Skála) blivu kosin til ársins spælara í 2018

Ársins spælara tiltakið hjá FM1 og Miðlahúsinum, eisini nevnt Fótbóltsgalla 2019, er útsett eina viku. Tað verður nú hóskvøldið 7. november klokkan 20.30 á Panorama á Hotel Hafnia.

- Tað er fleiri orsøkir til at tiltakið er flutt. Tað eru fleiri praktisk viðurskifti, sum gera seg galdandi. Kappingarárið er júst endað og tað tykist betri fyri allar partar, at flyta tað eina viku. Fleiri spælarar eru eisini  burturstaddir og onnur kundu ikki møta. Prikkurin yvir tiltikna i’num er, at steypini ikki eru komin vegin fram, sigur Petur Zachariassen, stjóri á FM1.

Tað er Motus Sport í Klaksvík, sum hevur umbiðið steypini í góðari tíð, men av orsøkunum sum Motus Sport ikki kann ávirka, eru steypini ikki komin vegin fram. Undan hesum vóru eisini onnur praktisk viðurskifti, sum gera at tað er best fyri allar partar at útseta tiltakið. 

Í løtuni verða atkvøðurnar taldar saman og tey tilnevndu verða kunngjørd í ÍtróttarSosialinum mánadagin 4. november. Allar atkvøðurnar verða kunngjørdar í ÍtróttarSosialinum mánadagin 11. november.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Adrian Justinussen (HB) og Margunn Lindholm (EB/Streymur/Skála) blivu kosin til ársins spælara í 2018