Fótbóltsheimasíða í Svøríki vísir svenskarauppgerðina við Løkin

Stóra svenska fótbóltsheimasíðan offside.org vísir dystin millum NSÍ og TB

Størsta svenska fótbóltsheimasíðan offside.org vísir svenskarauppgerðina millum NSÍ og TB (Mynd: tb.fo)

Størsta svenska fótbóltsheimasíðan offside.org vísir svenskarauppgerðina millum NSÍ og TB (Mynd: tb.fo)

Tað er ikki farið framvið í fótbóltsumhvørvinum í Svøríki, at liðið sum svenski Glenn Ståhl venur, NSÍ tekur móti TB, ið hevur svenska Ken Fagerberg í álopinum.

Størsta svenska fótbóltsheimasíðan offside.org hevur keypt rættindini til at vísa dystir úr Betrideildini, og offside.org hevur valt at vísa sama dyst sum Ekstrablaðið vísir sínum donsku brúkarum, nevnliga dystin millum NSÍ og TB, ið byrjar við Løkin klokkan 15 í morgin.

Offside.org staðfesta, at tey hava ongar royndir við at senda frá fótbólti, men nú ætli tey at royna hetta í verki, og tað vera NSÍ og TB sum fáa æruna av at vera fyrstu liðini, ið vera at síggja á stóru svensku fótbóltsheimasíðuni. 

Offside.org skrivar: - Vit vænta, at tað vera mong sum vera forelskaði í føroyskum fótbólti. Ikki smávegis at skriva um Betrideildina.

HER ber til at lesa greinina har offside.org boðar frá, at tey fara at vísa dystir úr Betrideildini. 

Í greinini er ein stutt samrøða við Ken Fagerberg, ið hevur ilt við at trúgva, at offside.org fer at senda frá dystinum millum NSÍ og TB. 

 

 

 

Størsta svenska fótbóltsheimasíðan offside.org vísir svenskarauppgerðina millum NSÍ og TB (Mynd: tb.fo)