Fótbóltskappingin er ikki byrjað so seint á árinum í 55 ár

Vit skulu aftur til 1965 fyri at finna eitt kappingarár í bestu fótbóltsdeildini sum byrjaði seinni á árinum

Besta fótbóltsdeildin er ikki byrjað so seint í árinum síðani 1965

Besta fótbóltsdeildin er ikki byrjað so seint í árinum síðani 1965

Eitt tað størsta og besta aktivið føroyski fótbóltsheimurin hevur er FaroeSoccer.

Nú landskappingin í bestu mansdeildini, Betrideildini byrjaði so seint sum 9. mai er givið, at hetta er nógv tað seinasta kappingin í bestu fótbóltsdeildini er byrjað í einum kappingarári í hesari øldini.

Við at fara gjøgnum FaroeSoccer sæst, at vit skulu heilt aftur til 1965 fyri at finna eitt kappingarár sum byrjaði seinni á árinum enn besta fótbóltsdeildin í 2020.

Í 1965 vóru bara fýra lið í bestu fótbóltsdeildini. Tey vóru HB, B36, KÍ og TB. Talan varð bara um seks umfør í bestu fótbóltsdeildini tá. Tó spældu lið nógvar venjingardystir og stevnudystir, men vit eru langt frá dystartalinum liðini spæla nú á døgum.

Fyrsti landskappingardysturin í bestu fótbóltsdeildini í 1965 var spældur 23. mai millum HB og TB í Gundadali í Havn. HB vann 4-2 á TB. Í steðginum var HB á odda 3-0, og teir øktu eisini til 4-0 áðrenn TB svaraði aftur. Egga Jensen skoraði hattrick fyri HB hendan dagin. 

HB vann hetta árið FM við átta stigum. B36 gjørdist nummar tvey við sjey stigum. KÍ gjørdist nummar trý við seks stigum, og TB endaði aftast við trimum stigum. 

(Kelda: FaroeSoccer)

Besta fótbóltsdeildin er ikki byrjað so seint í árinum síðani 1965