Fótbóltspanelið hyggur nærri at Víkingi

FM1: Gesturin í Fótbóltspanelinum í dag er Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi

Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, er gesturin í dag Jóhan Petur Poulsen. Hann er venjari hjá Víkingi.

Jóhan Petur Poulsen er toftamaður og ger ikki so nógv hóvasták burturúr sær sjálvum. Hann hevur nærmst í stillum arbeitt seg upp til at verða venjari í Betri deildini. Eftir at hava vunnið 1. deild við Víkingi, bleiv hann á sumri í fjør settur sum høvðusvenjari hjá felagnum.

Eftir tvey meistaraheitið í 2016 og 2017, hevur Víkingur ikki megnað at staðið mát við glæsiligu søguna seinnu árini. Liðið er dottið niður í millum í oddastríðnum og tað er nakað síðani felagið var í Evropa.

Síðani meistaraheitini hevur nógv verið tosað um eitt ættarliðsskifti, men hvør er støðan í dag í Víkingi? Tað eru næstan ongir spælarar útifrá, men ber til at kappast við tey stóru, sum keypa inn? Jóhan Petur Poulsen er eisini nýggjur í bestu deildini, og tí verður áhugavert at síggja hvønn spælistíl hann ætlar Víkingi.

Alt hetta og meir verður at hoyra um í dag klokkan 16 á FM1, tá venjarin hjá Víkingi er gestur í Fótbóltspanelinum. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda sms inn á 559999.