Fótbóltsspælari tikin fyri doping

Tað kostar honum stóra bót og drúgt leikbann.

Román Torres til høgru.

Román Torres til høgru.

 

Román Torres hjá amerikanska felagnum, Seattle Sounders, er tikin fyri doping og hevur fingið dóm. Tað boðar amerikanska fótbóltssambandið frá.

33 ára gamli verjuleikarin, sum eisini er liðskipari hjá Panama, hevur fingið 10 dystir leikbann fyri at hava havt ólógligt evni, sum er á dopinglistanum, í blóðinum.

Umframt drúgva leikbannið, so skal Román Torres rinda 20% av sínari ársløn í bót. Tað svarar til eina bót áljóðandi 995.000 krónur.

Román Torres skrivar á twitter, at hann tekur við dóminum, men at hann harmast, og at tað ongantíð hevur verið tilætlað at dopa seg.

Román Torres, sum hevur spælt 117 dystir fyri landsliðið hjá Panama, sleppur ikki at spæla aftur fyrr enn 29. septembur ímóti San José Earthquakes.

Román Torres til høgru.