Fótbóltsvenjari deyður av Korona-virusi

Ungi spanski venjarin toldi ikki at verða raktur av smittuni.

Francisco García gjørdist einans 21 ára gamal.

Francisco García gjørdist einans 21 ára gamal.

Francisco García, ungdómsvenjari hjá fótbóltsfelagnum Atlético Portada Alta í spanska býnum Malaga, er deyður av Korona-virusi. Hann gjørdist einans 21 ára gamal.

Francisco García hevði eitt slag av krabbameini, har hann ikki toldi at verða smittaður av Korona-virusi. Hetta skriva spanskir miðlar og Goal seinnapartin.

Ungi venjarin var innlagdur á sjúkrahús í Malaga eftir at hann í síðstu viku hevði fingið staðfest Korona-virus. Hann doyði seinnapartin í gjár.

- Vit í Atlético Portada Alta vilja við hesum vísa okkara samkenslu til familju og vinir hjá venjara okkara, Farancisco García, sum fór frá okkum í dag, skrivar felagið á sosialu miðlunum.

Sambært nýggjastu hagtølunum eru 9.191 fólk smittað við Korona-virusi í Spania, og av teimum eru 309 fólk deyð.

Francisco García gjørdist einans 21 ára gamal.