Fótbóltur á FM1 í sjey tímar í dag - siga frá trimum dystum

FM1 sigur beinleiðis frá B36-Skála klokkan 14, ÍF-HB klokkan 16 og EB/Streymur-TB klokkan 18

Tróndur Arge sigur frá B36-Skála klokkan 14 og frá EB/Streymur-TB klokkan 18. Viðmerkjarar verða Rasmus Nolsøe og Hans Pauli Samuelsen. Klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal frá ÍF-KÍ. Teitur Joensen verður viðmerkjari

Stórur fótbóltsdagur verður á FM1 seinnapartin.

Klokkan 13 verður sendingin Fótbóltspanelið endursend. Tá hon er liðug verður sent beinleiðis.

Klokkan 14 sigur FM1 beinleiðis frá dystinum millum B36 og Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn.

Klokkan 16 sigur FM1 beinleiðis frá dystinum millum ÍF og KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Klokkan 18 sigur FM1 beinleiðis frá dystinum millum EB/Streym og TB við Margáir í Streymnesi. Hans Pauli Samuelsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra beinleiðis dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. 