Fótbólturin fer í ALS

ALS hevur kunnað FSF um, at fótbóltsfeløgini eru at rokna sum privatir arbeiðsgevarar í mun til ALS skipanina við lønarískoyti

Fótbólturin liggur lamin, og tað er greitt, at eingir dystir í kappingum hjá FSF vera fyrr enn í fyrsta lagi í mai.

Tað ber við sær, at feløgini missa inntøkur og harvið eru verri fyri at rinda lønarútreiðslur og aðrar útreiðslur.

Nú hevur ALS boðað FSF frá, at fótbóltsfeløgini í Føroyum eru at rokna sum privatir arbeiðsgevarar í mun til ALS skipanina við lønarískoyti. Feløgini kunnu tí søkja um lønarískoyti til teirra starvsfólk, ið er heimsend vegna átøk í sambandi við koronasmittuna.
Søkjast kann um lønarískoyti til fyrisitingarlig starvsfólk og onnur starvsfólk í føstum starvi um hesi verða send heim.

 

FSF leggur aftrat, at somu treytir eru galdandi fyri venjarar og leikarar sum fyri starvsfólk omanfyri. Ógvuliga ymiskt er tó, hvussu starvsbrøkurin (lønarbrøkurin) hjá venjarum og leikarum er. Er venjari/leikari einans í starvi hjá felagnum, kann felagið fáa fult lønarískoyti. Er venjarin/leikarin knýttur at øðrum arbeiðsgevara kann hetta hava ávirkan á lønarískoyti. Um lønarbrøkurin frá felagnum er sera lítil í mun til brøkin frá øðrum arbeiðsgevara er møguleiki fyri, at onki lønarískoyti verður latið.

Feløg hava eisini skyldu at upplýsa ALS í hvønn mun venjarar/leikarar arbeiða í koronatíðarskeiðinum. Eru venjarar/leikarar send heim uttan arbeiði ella arbeiða tey t.d. 50% av vanligu arbeiðstíðini. Her verður hugsað um sjálvvenjing v.m.

Av tí at starvsbrøkurin hjá venjarum og leikarum er so ymiskur, fær ALS ikki gjørt nágreiniligari vegleiðing fyri hesi starvsfólk. ALS ynskir heldur, at feløgini senda inn umsóknir til lønarískoyti fyri øll heimsend starvsfólk. ALS málsviðger allar umsóknirnar og feløgini fáa síðan svar frá ALS, hvørt teirra starvsfólk hava rætt til lønarískoyti ella ei.

 

FSF sigur, at treytirnar, fyri at starvsfólk hevur rætt til lønarískoyti sambært serligu korona-skipanini, eru:

- at starvsfólkið er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum
- at starvsfólkið framvegis er i starvi hjá hesum arbeiðsgevaranum. Tað merkir, at starvsfólkið ikki er sagt úr starvi
- at arbeiðsgevari hevur sent starvsfólkið heim – fult ella partvíst
- at orsøkin til, at starvsfólkið er sent heim, er avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst
- at starvsfólkið ikki er sjúkrameldað.
- at starvsfólkið ikki er sett ella mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19
- at starvsfólkið hevur fylt 16 ár men ikki 67 ár
- at starvsfólkið hevur bústað í Føroyum

Umsóknarbløð finnast her https://www.als.fo/korona/arbeidsgevarin/

Nærri kunning um korona-skipanina hjá ALS finst á heimasíðuni https://www.als.fo/korona/forsida/