Fótbólturin vinnur á mjørkanum

Eftir fyrra hálvleik er HB frammanfyri 1-0 við framúr frísparki frá Adriani Justinussen

Dagfinn Forná hevur bríkslað fyri síðstu ferð í fyrra hálvleiki. HB er á odda 1-0. Málskjútti lítla løtu undan steðginum var Adrian Justinussen, sum 26 metrar úr málinum smekkaði bóltin omanfyri manngarðin og í handara síðunetið.

Mjørkin var so tjúkkur undan dystarbyrjan, at dómarin ivaðist í, um tað vóru líkindi at spæla. Mjørkin hevur ikki verið so tjúkkur síðstu løtuna undan steðginum, sum hann var fyrstu løtuna.

Víkingur hevur verið meiri í verjustøðu, og HB hevur verið nógv í álopsstøðu. Serliga hevur tað verið í vinstru, at HB hevur verið í álopi, og tað hevur verið vandamikið eftir fleiri innlegg, sum Símun Samuelsen hevur tikið sær av.

--

Tað er stórur spenningur, nú tað av álvara verður talt niður til finaluna um løgmanssteypið.

Stóri trupulleikin er, at tað nú er so tjúkt í mjørka, at tað ikki sást so væl á og kring Tórsvøll.

Dómarin, Dagfinn Forná, hevur gjørt av, at tað verður farið undir dystin, og so fæst at síggja, um tað verður møguleiki at spæla.

Fyrsta bríksl var ásett at vera klokkan 19.45, men nú er klokkan 19.47, og liðini eru ikki komin á vøllin aftur, eftir at tey hava hitað upp.

Tað er fullsett, og hýrurin millum áskoðararnar er ógvuliga góður.

Hjá dómaranum verður avgerðin, um tað er ráðiligt at spæla ella ikki, grundað á, at tað sæst tvørturum dystin soleiðis, at hjálpardómararnir kunnu síggja, um talan er um rangstøðu ella ikki.

Víkingavenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur gjørt av, at liðið hjá honum skal vera soleiðis mannað:

Víkingur: Elias Rasmussen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Bogi Reinert Petersen, Heðin Hansen, Arnbjørn Svensson - Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal

Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, hevur sett sítt lið soleiðis:

HB: Teitur Matras Gestson – Bartal Wardum, Brynolvur Hlöðversson, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, René Shaki Joensen, Daniel Johansen, Símun Samuelsen – Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen

 

Klokkan 19.55:

Liðini eru komin á vøllin, og teir verður heilsað upp á spælararnar.

Varaløgmaður, Jørgen Niclasen, heilsar upp ´á spælararnar saman við FSF formanninum Christian Andreassen.

Vit fylgja við á

https://www.in.fo/matches/?