Frá High School í Kalifornia til oyggjaleikir (FM1)

(OYL á FM1) Hoyr samrøðu Sjúrður H. Hoydal hevur gjørt við feðgarnar, Bastian og Heina Zachariasen

 

 

Her sæst Bastian Heinason Zachariassen saman við foreldrunum við próvnum frá Tamalpais High School í Kalifornia (Facebookmynd)

Her sæst Bastian Heinason Zachariassen saman við foreldrunum við próvnum frá Tamalpais High School í Kalifornia (Facebookmynd)

##med2##

Millum spælararnar á føroyska kurvabóltslandsliðnum, ið skal royna seg á oyggjaleikunum í Gibraltar er Bastian Heinason Zachariassen, ið hevur gingið á Tamalpais High School í Kalifornia í USA, har hann hevur spælt kurvabólt á rættiliga høgum støði.

Bastian er sonur Heina Zachariassen, ið mong kenna frá kendu vín-appuni Vivino.

Bastian er glaður fyri møguleikan at umboða Føroyar á oyggjaleikunum, og hann hevur vónir um, at liðið kann gera góð framstig í mun til undanfarnu kapping á Gotlandi, har allir dystirnir vóru taptir.

Heini Zachariassen heldur tað, at tað er spennandi at vera á oyggjaleikum og fylgja soninum og føroyska landsliðnum í kurvabólti.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Bastian og Heina Zachariassen fyri FM1 í SMS farna leygardag.

Sunnudagin klokkan 9.15 spæla Føroyar móti Jersey. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Her sæst Bastian Heinason Zachariassen saman við foreldrunum við próvnum frá Tamalpais High School í Kalifornia (Facebookmynd)

(Samrøða við Bastian og Heina Zachariassen)