Frægari hjá EB/Streymi/Skála í dag

Føroyska meistaraliðið tapti 0-5 móti finska meistaraliðnum, PK-35 Vantaa í Champions League undankappingini

Mynd: Sofus Debes Johannesen

Mynd: Sofus Debes Johannesen

Føroyska meistaraliðið, EB/Streymur/Skála fær sína sak fyri í innleiðandi bólkaspælinum í Champions League kappingini.

Farna mikudag tapti EB/Streymur/Skála heili 0-9 móti kasakiska meistaraliðnum, BIIK Shymkent.

Heilt so galið gekk tað ikki ímóti finska meistaraliðnum, PK-35 Vantaa. 

Fyrr í dag tapti EB/Streymur/Skála 0-5 móti PK-35-Vantaa. Í steðginum var støðan 1-0. Annað málið fekk PK-35 Vantaa tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Seinastu trý málini fossaðu inn innanfyri fimm minuttir. PK-35 Vantaa økti til 3-0 í 75. minutti, og tá 80 minuttir vóru farnir var støðan 5-0 til PK-35 Vantaa.

Hagtølini frá UEFA frá dystinum eru ikki so hugalig og boða frá, at EB/Streymur/Skála hevur havt úr at gera við at verja: 

PK-35 Vantaa-EB/Streymur/Skála: 

71%
Possession (Høvdu bóltin undir dystinum)
29%
25
Málroyndir
2
17
Royndir á málið
1
8
Royndir við síðunnar av málinum1

Týsdagin klokkan 16 spælir EB/Streymur/Skála móti estiska meistaraliðnum, Flora Talinn sum tapti 2-3 móti PK-35 Vantaa í tí fyrsta dystinum.

Innleiðandi bólkaspælið verður avgreitt í Estlandi. 

 

 

 

Mynd: Sofus Debes Johannesen