Frakland: Trý feløg í øðini um at landskappingin er endað

Forsetin í Lyon heldur fyri, at felagið stendur til at missa fleiri milliardir krónur

Franska Fótbóltssambandið hevur valt at enda fronsku landskappingina, eftir at heilsumálaráðið bannaði fótbólti og toppítrótti í summar. Tað hevur skapt mikið rok í fronskum fótbólti, har serliga trý feløg kenna seg fyri órøttum.

Søguríka Lyon, sum seianstu nógvu árini hevur verið millum fremstu feløgini í Fraklandi, endar við á sjeynda plássi, sum ikki gevur atgongd til Europa League ella Champions League. Í felagnum eru tey sannførd um, tað hevði felagið rokkið um kappingin bleiv spæld liðug.

Forsetin í felagnum er bersøgni Jean-Michel Aulas. Hann hevur í skrivi til landsinsmynduleikar sagt, at hetta kann kosta felagnum millum fimm til sjey milliardir krónur. Júst hvussu hann kemur til hesa risa upphæddina er ikki heilt greitt, men tað er ongin ivi um at luttøka í onkrari av evropesisku kappingunum hevði givið felagnum nakað av pengum.

##med2##

Lyon hevur í fleiri ár verið eitt felag, sum hevur kappast í oddinum í fronskum fótbólti, og hevur bkóaða av í Champions League, har felagið í løtuni er á odda 1-0 í 1/8 finaluni móti Juventus. Enn er ikki greitt nær seinna 1/8 finalan verður.

Tað er eisini ónøgd Amiens og Toulouse, sum bæði eru flutt niður. Her verður víst á, at tað eru fleiri enn 30 stig at spæla um, sum nú eru strikaði. Feløgini hava roynt sakina í einum rætti í París, men hon vann ikki fram. Nú verður rætt í hægri landsrætti at fáa loyvi at spæla landskappingina lidna.

Paris Saint Germain bleiv kosið til meistara við útrokningin av stig per dyst. Marseille kemur beint í bólkaspælið í Champions League, meðan Rennes skal spæla Champions League undankapping.

Mynd: (Scanpix) Jean-Michel Aulas