Fram vann og KA tapti

Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen eru nú saman við hinum í Fram millum átta tey ovastu liðini. KA er eitt stig frá áttanda plássinum

Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Fram vunnu á útivølli í kvøld

Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Fram vunnu á útivølli í kvøld

Tað var eitt misjavnt kvøld fyri føroyingarnar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.

Tað sum er alt avgerandi fyri liðini í bestu deildini er at enda millum átta tey fremstu liðini tá grundspælið er liðugt, so ein sleppur víðari til endaspælið.

Liðið hjá Allani Norðberg, Áka Egilsnes og Nicholas Satchwell, KA tapti á heimavølli í kvøld 27-32 fyri Stjørnuni. Stjarnan var á odda 17-16 í steðginum. Stóran part av dystinum var Áki Egilsnes mansvardur, men hann megnaði kortini at skora fýra mál. Allan Norðfoss skoraði eitt mál. Nicholas Satchwell hevði níggju bjargingar, meðan málverjin hjá Stjørnuni, Adam Thorstensen hevði 15 bjargingar.

KA er nú eitt stig frá sera týðandi áttanda plássinum.

Komandi hóskvøld spælir KA á útivølli móti Haukum, ið er oddalið.

Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen, Fram vann 29-23 á ÍR á útivølli. Í steðginum var Fram á odda 18-14. Vilhelm Poulsen skoraði trý mál fyri Fram í kvøld. 

Tað gjørdi góðan mun, at málverjin hjá Fram, Lár­us Helgi Ólafs­son hevði eitt bjargingarprosent uppá 40 prosent.

Fram er nummar seks í deildini, men bert eitt stig omanfyri níggjunda plássið.

Komandi hóskvøld tekur Fram ímóti ÍBV.

Støðan í Ólisdeildini:

 

LiðDystirMálmunurStig
Haukar15426:36225
FH15441:40521
Afturelding15392:38919
ÍBV15435:41317
Valur15437:41017
Fram14357:34916
Selfoss15386:37516
Stjarnan15413:40216
KA14363:35115
Grótta15369:38410
Þór Ak.15343:4126
ÍR15349:4590

 

 

 

 

Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Fram vunnu á útivølli í kvøld