Framtíðin hjá Heina eisini upp á pláss

Heini Vatnsdal hevur gjørt nýggjan sáttmála

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heini Vatnsdal til venjing hjá føroyska landsliðnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heini Vatnsdal til venjing hjá føroyska landsliðnum

Heini Vatnsdal hevur gjørt nýggjan sáttmála. Føroyski landsliðsspælarin heldur fram í Fremad Amager komandi tvey árini, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Heini Vatnsdal spældi í gjár meginpartin av landsdystinum móti Spania á miðvøllinum, men verður fyri tað mesta brúktur í miðverjuni hjá Fremad Amager, har hann hevur spælt 94 dystir síðani 2015.

##med2## 

Hann er uppvaksin í VB og FC Suðuroy, áðrenn hann í 2013 skifti til HB, har hann vann FM í strórum stíli. 27 ára gamli Heini Vatnsdal hevur spælt 12 landsdystir.

Hann er ikki einsamallur um at leingja sáttmálan. Hallur Hansson (AC Horsens), Brandur Hendriksson (FH) og Viljormur Davidsen (Velje BK) hava eisini allir longt sín sáttmála seinastu tíðina.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heini Vatnsdal til venjing hjá føroyska landsliðnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Heini Vatnsdal (Nr. 18) byrjaði inni móti Spania í gjár