Framúrskarandi Brandur sendi FH í steypafinaluna

Brandur H. Olsen skoraði eitt mál, legði upp til annað mál og vann haraftrat FH eitt brotsspark í hálvfinaluni móti KR

Brandur H. Olsen var framúrskarandi í steypahálvfinaluni tá FH vann 3-1 á KR

Brandur H. Olsen var framúrskarandi í steypahálvfinaluni tá FH vann 3-1 á KR

Tá Brandur H. Olsen fór av vøllinum aftaná 80 minuttirs spæl í hálvfinaluni móti KR í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini í kvøld var hann stórliga fagnaður, og tað við góðari grund.

FH vann 3-1, og Brandur átti lut í øllum málinum. Aftaná níggju minuttirs spæl vann Brandur H. Olsen FH eitt brotsspark, ið Steven Lennon sendi í málið til 1-0. Stutt undan steðginum legði Brandur FH á odda 2-1, og tá 71 minuttir vóru farnir legði Brandur upp til sigursmálið sum Morten Beck stútaði í málið til 3-1.

Gunnar Nielsen sat aftur á beinkinum hjá FH í kvøld.

Mótstøðuliðið hjá FH í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum verður antin Víkingur Reykjavík ella Breiðablik. Tann hálvfinalan verður spæld í annaðkvøld. 

Seinast FH var í íslendsku steypafinaluni var í 2017. Tá vardi Gunnar Nielsen málið hjá FH, og hevði nógvar góðar bjargingar. Men tað var mótstøðuliðið, ÍBV við Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum sum vann 1-0, og fóru eina minniliga sigursferð aftur til Heimeyar aftaná loknan dyst. 

Síðani 2000 hava føroyingar havt eina rættiliga stolta søgu í íslendsku steypakappingini.

Uni Arge breyt ísin í 2000, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin vann eina steypakapping uttanfyri Føroyar. Hetta gjørdi Uni saman við liði sínum, Akranesi, sum í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2000 vann 2-1 á ÍBV. Í 1998 taptu Uni Arge og Jens Martin Knudsen íslendsku steypafinaluna við Leiftri ímóti júst ÍBV. Uni skoraði ikki í finaluni í 2000, men hann skoraði í hálvfinaluni ímóti FH. 

Í 2003 gjørdist Julian Johnsson annar føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2003 vann Julian saman við liði sínum, Akranesi 1-0 á FH.

Í 2006 gjørdist Símun Samuelsen triðji føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingini. Saman við liðfeløgunum í Keflavík vann Símun á Laugardalsvøllinum íslendsku steypakappingina við einum 2-0 finalusigri á KR. Í steypafinaluni í 2006 hevði Símun gyltan møguleika at skora til 3-0, men tók ikki av. 

 

 

Brandur H. Olsen var framúrskarandi í steypahálvfinaluni tá FH vann 3-1 á KR