Fremad við Heina og Vejle uttan Viljorm fingu javnleik

Vejle er framvegis á uppflytingarkós, og Fremad Amager eru seks stig frá niðurflytingarstrikuni

 

 

Mynd: Fremad Amager

Mynd: Fremad Amager

Føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hava verið í eldinum hetta vikuskiftið.

Heini Vatnsdal var við á liðnum hjá Fremad Amager frá dystarbyrjan, ið á heimavølli á leikvøllinum í Sundby ígjár spældi javnleik 2-2 móti Kolding.

Tað er eitt úrslit teir á Amager kunnu iðra seg um, tí Reda Rabei og Kristoffer Munksgaard høvdu syrgt fyri, at Fremad Amager var á odda 2-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki misti Fremad Amager góðu leiðsluna, og Kolding megnaði við tveimum málum í seinna hálvleiki at fáa eitt stig við sær til Jútlands.

Vejle heldur fast við odda- og uppflytingarsessin, men tað var tíverri uttan Viljorm í Heiðinum Davidsen á vøllinum, at Vejle á heimavølli á Nørreskoven leikvøllinum ígjár fekk javnleik 1-1 móti Næstved, ið var eitt vónbrot fyri heimaliðið. Næstved kom á odda longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum. Sjey minuttir seinni javnaði Lucas Jensen fyri Vejle, og so komu ikki fleiri mál teir næstu 80 minuttirnar.

Vejle er á odda í deildini við 45 stigum. Sjey stig eru niður til Viborg og Fredericia. Fremad Amager er nummar seks við 28 stigum. Seks stig eru niður til nummar 10, Hvidovre ið saman við Næstved og Roskilde liggur á niðurflytingarplássunum.

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Vejle grannauppgerð móti Fredericia á útivølli. Komandi leygardag klokkan 11 spælir Fremad Amager á útivølli móti Roskilde. 

 

 

 

Mynd: Fremad Amager