French Open loksins byrjað

Nýggjur favorittur til Roland Garros, ið byrjaði nakað seinni í ár vegna koronufarsótt

Genie Bouchard returnerar í sigrinum á Onnu Kalinskaya. Mynd: Scanpix

Genie Bouchard returnerar í sigrinum á Onnu Kalinskaya. Mynd: Scanpix

Í gjár fór French Open av bakkastokki, og seinnapartin í morgin er fyrsta umfarið í kappingini avgreitt.

Dominic Thiem, sum herfyri vann sína fyrstu Grand Slam, hevur longu spælt seg víðari í annað umfar, eins og hin finalisturin til US Open, Alexander Zverev. Stan Wawrinka, Diego Schwarzmann og Benoit Paire teljast eisini millum teirra, ið longu hava avgreitt fyrsta umfar.

Alex de Minaur og David Goffin eru hinvegin heldur óvæntað sendir heim í fyrsta umfari. De Minaur tapti í trimum settum móti Marco Cecchinato, David Goffin tapti í trimum settum móti Jannik Sinner, meðan Andy Murray við fullari ferð fór úr kappingini við einum lemjandi ósigri móti Stan Wawrinka.

Hjá kvinnunum hava millum annað Azarenka, Halep, og Putintseva spælt seg víðari til annað umfar, meðan Joanna Konta mátti lúta fyri 16 ára gamla amerikanska stjørnuskotinum, Cori Gauff.

Eugenie Bouchard, sum framvegis hopar upp á eitt comeback eftir fleiri ónøktandi ár, vann sítt umfar í tveimum settum móti russisku Onnu Kalinskaya.

 Tyngri bóltar

Eitt nógv umtalað evni higartil hevur verið nýggi Wilson bólturin, sum er tikin í nýtslu ístaðin fyri vanliga Babolat bóltin, sum hevur verið brúktur higartil. Fleiri leikarar hava víst sína ónøgd við bóltin, ið teir siga er ov tungur, serliga tá hugsað verður um kuldan og váta grúsið, og 14. faldi French Open meistarin, Rafa Nadal, vil vera við, at bólturin kann beinleiðis vera skaðiligur fyri leikararnar, tí økta vektin leggur ov nógv trýst á albogar og akslar.

Dan Evans, sum í gjár mátti lúta fyri Kei Nishikori, segði, at bóltarnir vóru ikki eingang nóg góðir at lata hundinum at tyggja.

Nýggjur favorittur

Nadal vildi vanliga verið mettur sum favorittur til kappingina, men av tí at hann hevur spælt lítið og einki, síðan koronufarsóttin breyt út, og tí at hann tapti í fjórðingsfinaluni til kappingina í Hamburg herfyri, meta nógv, at Novak Djokovic verður tann, sum at enda fer at standa við steypinum.

French Open skuldi eftir ætlan hava verið í mei mánaði, men orsakað av koronusmittuni varð ein stórur partur av grús-sesongini - French Open íroknað - flutt til september.

Í mun til US Open, sum hevði ein ógviliga avmarkaðan leikaralista, eru flestu topplistaðu tennisleikararnir við hesaferð. Heilt nógvir av størstu tennisleikarum, bæði hjá konufólki og hjá mannfólki, høvdu givið avboð til US Open kappingina, men líkt er til at álitið á French Open fyrireikarum er nakað størri, tí leikaralistin hesaferð er munandi frægari.

Eitt undantak er kortini Nick Kyrgios, sum hevur boðað frá, at tað er ivasamt, um hann fer at kappast uttan fyri landoddarnar í ár.

Roger Federer hevur boðað frá, at hann kemur seg framvegis eftir skurðviðgerð í knøunum, og hann verður ikki at síggja aftur í ár.

Genie Bouchard returnerar í sigrinum á Onnu Kalinskaya. Mynd: Scanpix