French Open útsett - í stríð við Laver Cup

Franska tennissambandið hevur gjørt av at flyta French Open til somu tíð sum Laver Cup

Franska tennissambandið hevur gjørt av at útseta French Open frá mei til september orsakað av koronavirus.

Avgerðin hevur elvt til øsing og hurlivasa millum tennisleikararnar, tí avleiðingin er, at French Open kappingin verður spæld samstundis sum Laver Cup, sum í ár skal haldast í Boston í USA.

French Open, sum er onnur grand slam kappingin í kalendaranum hjá altjóða tennissamgonguni, ATP, skuldi eftir ætlan verið hildin um mánaðarskifti mei/juni. ATP boðaði fyrst frá, at steðgur varð settur fyri allar ATP kappingar til fyrst í mei mánað, men nú er steðgurin longdur til 7 juni. Sostatt ber ikk til at halda French Open sum vanligt, men útsetingin til september kemur illa við - eisini hjá French Open - tí at kappingin rennir sostatt saman við Laver Cup.

Laver Cup er rættiliga nýggj kapping, men hevur fingið dygga undirtøku bæði millum leikarar og fjepparar. Kappingin er skipað sum liðkapping, har Evropa leikar móti restini av heiminum, og upprunamenn til Laver Cup eru Rafael Nadal, Roger Federer og australska tennislegendan, Rod Laver.

Rafa Nadal er samstundis absolutti og núverandi French Open meistarin, sum hann hevur vunnið heili 12 ferðir, seinastu ferð í 2019 móti Dominic Thiem í finaluni.

Hugsast kann, at Rafael Nadal velur French Open frá til fyrimuns til hjartabarnið Laver Cup, og hetta verður ein dyggur smeitur fyri French Open brandið, ið so at siga er sammerkt við Nadal.

Somuleiðis taldust fleiri av ungdómsstjørnunum við í Laver Cup í fjør, so sum Dominic Thiem, Alexander Zverev, Stefanos Tsitsipas, Dennis Shapovalov og Taylor Fritz, og væntast kann, at fleiri teirra skulu vera partur av kappingini aftur í ár.