Friends Arena: Spæla innandura í Svøríki

Føroyska landsliðið skal spæla undir taki á Friends Arena í annaðkvøld

Tað er somikið kalt í Stokkólmi, at EM-landsdysturin millum Svøríki og Føroyar verður spældur undir taki á stásiliga leikvølliunum, Friends Arena.

Svenska landsliðið hevur á døgurða í dag havt sína seinastu venjing undan seinasta landsdystinum í hesi EM-undankappingini. Sermerkt fyri dystin í annaðkvøld verður, at spælt verður undir taki. Friends Arena, sum stóð liðugt í 2012, hevur tak, sum kann dragast fyri, tá umstøðurnar krevja tað.

Av Friends Arena verður sagt, at tað eru seld um 22 túsund atgongumerki, nú Svørík hevur vunnið seg víðari til EM 2020 endaspælið. Tað er pláss fyri tí tvífalda. Fyri at tað ikki skal kennast so tómligt á áskoðararplássunum, eru tey flestu av áskoðaraplássunum undir takinum dekkaði til. Tað eru áleið 150 føroyskir áskoðarar í Stókkhólmi, sum verða til landsdystin í morgin.