Fróði er nýggjur formaður í EB/Streymi

EB/Streymur skipaði nevnd á aðalfundi í gjárkvøldi - Fróði Reinert Petersen er nú formaður

Nýggja nevndin í EB/Streymi. Fróði Reinert Petersen (í ljósabláau skjúrtuni, nr 5 frá vinstru) er nýggjur formaður. (Mynd: EB/Streymur.fo)

Nýggja nevndin í EB/Streymi. Fróði Reinert Petersen (í ljósabláau skjúrtuni, nr 5 frá vinstru) er nýggjur formaður. (Mynd: EB/Streymur.fo)

EB/Streymur hevði aðalfund í gjár og Oddur Ejdesgaard takkaði fyri seg sum nevndarformaður í felagnum, og nýggjur formaður er Fróði Reinert Petersen, ið frammanundan var næstformaður

Sí eisini:

FM1: Samrøða við næstformannin, Fróða R. Petersen eftir kappingarárið 2019

Felagið skrivar á heimasíðuni síni, ebstreymur.fo, at Oddur Ejdesgaard, Rúni Kruse, Ólavur Ejdesgaard og Dan Olsen stóðu fyri valið. Rúni Ejdesgaard tók við afturvali. Afturat honum blivu Fróði Reinert Petersen, Kayo Sørensen og Eyðstein Zachariasen valdir í nevndina. Beinta Lisberg, sum hevði eitt ár eftir, hevði biðið um at sloppi úr nevdini og í hennara stað varð Oddur Ejdesgaard valdur í eitt ár. Fróði Zachariasen og Ólavur Ejdesgaard vóru valdir sum tiltakslimir.

Sostatt er nevndin í EB/Streymi soleiðis mannað:

Formaður: Fróði Reinert Petersen

Næstformaður: Eyðstein Zachariassen

Kassameistari: Rúni Kruse

Skrivari: Tonny Kruse

Nevndarlimur: Kayo Sørensen

Nevndarlimur: Torfinn Djurhuus

Nevndarlimur: Oddur Ejdesgaard

Tilakslimir: Fróði Zachariassen og Ólavur Ejdesgaard

Nýggja nevndin í EB/Streymi. Fróði Reinert Petersen (í ljósabláau skjúrtuni, nr 5 frá vinstru) er nýggjur formaður. (Mynd: EB/Streymur.fo)