FSF: Atgongumerkini verða seld í kvøld

Klokkan 19 í kvøld verða 500 atgongumerki seld til landsdystin móti Andorra, sum verður týskvøldið

Klokkan 19:00 sunnukvøldið 11. oktober verða 500 atgongumerki til dystin millum Føroyar og Andorra sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF, skrivar Fótbóltssambandið.

Til dystin farna leygardag, tá lettar vitjaðu, var aftur møguleiki at hava áskoðarar á Tórsvølli tá landsdystir eru á skránni, og soleiðis verður aftur týskvøldið. 500 atgongumerki verða sett til sølu til dystin móti Andorra, og klokkan 19:00 sunnukvøldið 11. oktober letur atgongumerkjasøaln upp í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Andorra við monnum er 200 krónur.

Kunning til áskoðarar

Fótbóltssambandið hevur eisini eina kunning til áskoðararnar, sum skulu ganga undir fleiri treytum, fyri at fáa atgongd til dystin. Áskoðarar brúka inngongd A, B, C og D, og tað er av stórum týdningi, at øll halda seg til sítt pláss allan dystin.

Harafturat er krav, at øll bera munnbind alla tíðina, meðan tey eru á stadion, og skulu áskoðarar sjálvir útvega sær munnbind. Heitt verður samstundis á øll um at halda frastøðu, sum er minst ein metur, og um at halda gott reinføri.

Føroyar spæla móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.

##ms##