FSF: Flytingarvindeygað longd

Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at leingja Flytingargluggan við tveimum vikum, so hann í staðin letur aftur mánadagin 27. juli

Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at leingja Flytingargluggan við tveimum vikum, so hann í staðin letur aftur mánadagin 27. juli, klokkan 16:00.

Mánadagin 15. juni letur Flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya upp aftur, og verður opin næstu seks vikurnar, til mánadagin 27. juli, klokkan 16:00.

Upprunaliga skuldi Flytingargluggin lata aftur fríggjadagin 10. juli, men vísandi til fráboðan frá FIFA um møguleikan at broyta tíðarskeiðið vegna korona, hevur FSF tikið avgerð um, at Flytingargluggin í staðin letur aftur mánadagin 27. juli.

Flytingargluggin hjá FSF er opin tvær ferðir um árið, og kann vera opin í 16 vikur tilsamans. Og av tí at Flytingargluggin fyrr í ár bert var opin í 10 vikur, frá 8. januar til 13. mars, var møguligt at leingja seinna tíðarskeiðið við tveimum vikum.

Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar, 15 ár og eldri, og kunnu hesir skifta felag í tíðarskeiðnum, tá Flytingargluggin er opin.