FSF-forsetin er nøgdur við kappingarárið 2019 (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Christian F. Andreasen, FSF-forseta í samband við tiltakið "Ársins Spælarar 2019"

##med2##

Siður er tá FM1 og Miðlahúsið skipa fyri tiltakinum "Ársins Spælarar" at prátað verður við verandi FSF-forsetin.

Í ár var einki undantak, og Tróndur Arge fekk Christian F. Andreasen, FSF-forseta at taka samanum júst farna kappingarár.

FSF-forsetin er nøgdur við, at vit fingu eina javna og spennandi uppgerð um FM-heitið í Betrideildini hjá monnum.

Christian F. Andreasen kann enn einki siga um hvør verður tann komandi landsliðsvenjarin nú Lars Olsen leggur frá sær.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Christian F. Andreasen, FSF-forseta. 

 

 

(Samrøða: Christian F. Andreasen, FSF-forseti)