FSF framskundar stuðulspengar til feløgini

Fótbóltssambandið hevur í dag framskundað útgjaldið av MAFF-stuðlinum og stuðulspengunum frá Betri

Fótbóltssamabndið hevur í dag boðað feløgunum frá, at útgjaldið av MAFF-stuðlinum og stuðulspengunum frá Betri eru framskundi til í dag. Hetta fyri at tryggja gjaldsføri hjá føroysku fótbóltsfeløgunum, sum hava færri inntøkur, nú kappinginarbyrjanin er útsett í tríggjar vikur fyribils.

Endamálið við MAFF-stuðlinum (Menning av Føroyskum Fótbóltsfeløgum)  er at styrkja fyrisitingarliga partin av feløgunum. Peningurin skal nýtast til fyrisiting av felagnum, og kann hann gjaldast til eitt nú formansløn, samskiparaløn, bókhaldara, grannskoðara, loyvisumsiting og annað. Upphæddin, ið feløgini kunnu søkja um, er tengd av, hvørjari deild fremsta liðið hjá monnum spælir í

Tey fýra feløgini , sum eru í Evropa kunnu í mesta lagi fáa 90 túsund krónur um árið. Hini feløgini í Betri-deildini kunnu fáa upp í 148 túsund krónur um árið. Lið í 1.deild kunnu fáa upp í 128 túsund krónur um árið, meðan restin kann fáa upp í 60 túsund krónur.

Hartil verða pengarnir fyri avtaluna við Betri fyri 2020 eisini fluttir í dag. Tað er samanlagt ein millión krónur, sum verða deildar út til øll feløgini, uttan tey, sum eru í Evropa. Upphæddin er tengd at hvørjari deild felagið spælir í og um tað hevur eitt kvinnulið.