FSF: Jákup Martin farin í farloyvi

- Av tí at starvið sum venjari er so tíðarkrevjandi, fái eg ikki røkt sessin sum starvsnevndarlimur

Jákup Martin Joensen, ið hevur verið starvsnevndarlimur í FSF síðani 2010, er farin í farloyvi í óásetta tíð - Mynd: Hans Erik Danielsen

Jákup Martin Joensen, ið hevur verið starvsnevndarlimur í FSF síðani 2010, er farin í farloyvi í óásetta tíð - Mynd: Hans Erik Danielsen

Oddmar Selfoss av Sandi hevur tikið sætið í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, meðan Jákup Martin Joensen er farin í farloyvi

Á seinasta starvsnevndarfundi hjá Fótbóltssambandi Føroya boðaði Jákup Martin Joensen frá, at hann ynskti at fara í farloyvi frá 1. mai 2019. Ynski varð gingið á møti, og í hansara stað er komin 1. varalimur, ið er Oddmar Selfoss av Sandi.

##med2##

Í november í fjør tók Jákup Martin við starvinum sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, og tað er orsøkin til, at hann nú ynskir at fara í farloyvi í óásetta tíð. Jákup Martin Joensen varð fyrstu ferð valdur í starvsnevndina hjá FSF í 2010.

- Av tí at starvið sum venjari er so tíðarkrevjandi, fái eg ikki røkt sessin sum starvsnevndarlimur í FSF soleiðis, sum eg kundi ynskt mær, og sum starvsnevndarsessurin hevur uppiborið, sigur Jákup Martin Joensen við heimasíðuna hjá FSF.

Starvsnevnd FSF’s

Christian F. Andreasen, Tórshavn (formaður)

Róin Schrøter, Hvalba (næstformaður)

Jógvan Páll Joensen, Bø

Fríðin Ziskason, Klaksvík

Fróði Danielsen, Tórshavn

Kristmund Johannessen, Skála

Anja Rein, Tórshavn

Oddmar Selfoss, Sandur

2. varalimur er Jákup Alfredsson Olsen av Toftum

Jákup Martin Joensen, ið hevur verið starvsnevndarlimur í FSF síðani 2010, er farin í farloyvi í óásetta tíð - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: (Tróndur Arge) Oddmar Selfoss (t.v) er fyrrverandi formaður í B71, har Brandur Hendriksson er uppvaksin. Hetta er eftir fyrsta landsdystin hjá Brandi, sum var móti Norðurírlandi