FSF og HB skulu hýsa undankapping í Champions League

Talan er um ein undanbólk til undankappingina í Champions League, har meistararnir úr Føroyum, Kosovo, Andorra og San Marino møtast

Fótbóltssamband Føroyar og HB hava bjóðað seg fram sum vertir fyri bólkaspælinum til undankappingina í Champions League. Nú er greitt, at undanumfarið verður spælt í Føroyum. Dystirnir verða í juni 2021.

Talan er um ein undanbólk til undankappingina í Champions League, har meistararnir úr Føroyum, Kosovo, Andorra og San Marino møtast. Bólkaspælið skal avgreiðast á einum stað og eitt lið kemur víðari til undanspælið í Champions League. Tað verður ein hálvfinala, har tað verður lutakast um hvør møtir hvørkum, og ein finala. Vinnari kemur til víðari til 1. undanumfar í Champions League.

Fótbóltssambandið og HB hava í dag fingið boð um, at Føroyar verða vertir fyri undankappingini.

- Vit hava boðað UEFA frá, og so skulu vit saman við hinum londunum avgera hetta. Vit hava tann fyrimunin, at Kosovo hevur havt eitt undanspæl, og tí sleppa tey ikki, um onnur vilja tað. Tað er líka sannlíkt, at Føroyar fáa tað, sum at hini bæði fáa tað, segði Andrass Thomsen, samskipari í Fótbóltssambandinum, í desembur í fjør.