FSF: Steðgurin longdur eina viku

- Øll við atgongd til dystir í Betri deildini skulu lata seg kanna fyri koronu, sigur aðalskrivarin

Steðgurin í øllum kappingum hjá FSF, undantikið í Betri Deildini hjá monnum, er nú longdur við einari viku, og er galdandi til og við fríggjadagin 21. august, boðar Fótbóltssambandið frá í tíðindaskrivi í dag.

Mikudagin í farnu viku varð avgjørt at stegða øllum fótbólti, undantikið fremstu deildini hjá monnum, til og við 14. august. Hesin steðgur er nú longdur við einari viku, og er nú galdandi til og við fríggjadagin 21. august.

– Vit fylgja gongdini neyvt, og taka tey atlit, sum vit halda eru neyðug. Millum annað verður nú kravt, at øll, ið hava onkra uppgávu til dystir í Betri Deildini hjá monnum, lata seg kanna fyri korona. Hetta er galdandi fyri spælarar, venjarar, hjálparfólk, fjølmiðlar, ja øll, ið fáa atgongd til dystirnar, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Aðalskrivarin leggur afturat, at avgerð eisini er tikin um, at allir dystir í øllum hinum deildunum, bæði hjá kvinnum og monnum, og allur ungdómsfótbóltur, er útsettur til og við fríggjadagin 21. august, og tað sama er galdandi fyri allar landsliðsvenjingar og úrvalsvenjingar hjá FSF.

Umframt at útseta dystir og landsliðsvenjingar, mælir FSF feløgunum til at steðga við øllum barna- og ungdómsvenjingum beinanvegin, og at hesar ikki verða tiknar upp aftur fyrr enn í fyrsta lagi tann 15. august.