FSF: Umhugsa at flyta umfarið vegna vind

Tað verður nógvur vindur um vikuskiftið og tað ávirkar fótbóltsumfarið

Mynd: (Álvur Haraldsen) Fyri kortum spældu KÍ og B36 í ringum veðri í Klaksvík

Mynd: (Álvur Haraldsen) Fyri kortum spældu KÍ og B36 í ringum veðri í Klaksvík

Upprunaliga skulu dystirnir í 22. umfari í Betri deildini hjá monnum verða um vikuskiftið. Tveir leygardagin og tríggir sunnudagin. Veðurforsøgnin leggur upp til, at tað verður nógvur vindur, men fyribils bíðar kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum við at taka eina avgerð.

Fleiri feløg eru í holt við at flyta sínar dystir, meðan Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum umhugsar at flyta alt umfarið sum tað er. In.fo hevur í dag verið í samband við fleiri feløg og formannin í kappingarnevndini, Róin Schrøter.

ÍF hevur eitt uppskot um at flyta dystin móti EB/Streymi til mánakvøldið, meðan KÍ ynskir at flyta dystin móti TB, sum skal verða leygardagin. Her er avbjóðingin, at mótstøðuliðið skal ferðast langt og at KÍ hevur avgerandi dyst í FM-stríðnum móti NSÍ mikukvøldið í komandi viku.

- Ongin avgerð verður tikin beint nú. Vit royna at lurta eftir teimum, sum hava heimavølli og teimum lokalu á staðnum. Tað er møguligt, at alt umfarið verður flutt, men tað er bara um tíðindini eru tey somu úr øllum støðum. Tað er eisini avgerandi, at tað ikki órógvar innanhýsis kappingarnar. ÍF og EB/Streymur kappast innanhýsis. Um tey velja at spæla mánakvøldið, so vænti eg at tað ber til. Tá er eitt sindur øðrvísi við KÍ og NSÍ, sigur formaðurin í kappingarnevndini.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur at tað verður ikki spælandi í Klaksvík leygardagin klokkan 17. Fyribils uppskotið sigur, at dysturin verður sunnukvøldið klokkan 19, men hetta ávirkar fyrireikingarnar til dystin móti NSÍ mikukvøldið. Úr Runavík verður sagt, at talan er um góða ætt við Løkin. Tí verður væntandi spælt leygarkvøldið klokkan 19.

Fyribils er greitt, at KÍ ikki spælir leygardagin klokkan 17, meðan NSÍ-B36 helst verður spældur leygarkvøldið. ÍF og EB/Streymur spæla helst mánakvøldið, meðan ógreitt er hvussu verður við HB-Skála og Víkingur-AB.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Fyri kortum spældu KÍ og B36 í ringum veðri í Klaksvík